English company profile
Sam~teld

Sam~teld hevur eitt sera fjøltáttað arbeiðsøki innan fyrisetingarligt KT. Vit framleiða serskipanir, tillaga standardskipanir og veita hjálp á flest øllum økjum innan KT.

 

Vit virka eisini innan tólbúna, og hava vit lagt okkum eftir bert at selja merkir, har dygdin talar fyri seg.

 

Á Sam~teld starvast í dag 16 fólk, har 10 eru forritarar burturav. Vit leggja dent á, at starvsfólk okkara hava førleika at vinna á avbjóðingunum, ið nýmótans KT-fyrisiting setur.

 

Hjá okkum er loysunarorðið teamwork - eitt arbeiðslag, har øll í húsinum kunnu stuðla undir ta skapandi mannagongdina, ið er grundarlagið fyri menning av forritum.

Kundatænastan broytir navn og telf. nummar
Tann 1 desembur 2008 broytir Kundatænastan hjá Elektron navn til Service Desk. Samstundis verður telf. 345145 broytt til 345200, og teldupostadressan kt[A]elektron.fo verður broytt til sd[A]elektron.fo Hettar merkir at kundar hjá Sam-Teld, sum skullu ringja til kundatænastuna skullu ringja nýggja telf. 345200.
>> Les meira
 
Fíggjargeirin í samstarv við Bankernes EDB Central
Elektron og føroysku peningastovnarnir hava í dag undirskrivað avtalu um at fara í samstarv við Bankernes EDB Central, BEC. Nýggja samstarvið ber ætlandi í sær, at peningastovnarnir fáa bíligari rakstur og breiðari og betri KT-skipanir. Elektron fer inn í eina avbjóðandi tilgongd, har fyritøkan kann fáa fótafesti sum KT-veitari uttan fyri Føroyar
>> Les meira
 
Elektron nýtt búðmerki
Í samband við kundadagin í dag, hevur Elektron avdúka sítt nýggja búðmerkið.
>> Les meira
 
Sam~teld
Tænastudeildin: 
 support[A]sam-teld.fo
 tlf. 345200

Menningardeildin: 
 samteld[A]samteld.fo
 tlf. 345100