Vit eru altíð áhuga at hoyra frá møguligum umsøkjarum so um áhugi er fyri einhvørjum, ella spurningar eru til eitt hvørt, set teg tá vinarliga í samband við okkum.
Kundatænastan broytir navn og telf. nummar
Tann 1 desembur 2008 broytir Kundatænastan hjá Elektron navn til Service Desk.
Samstundis verður telf. 345145 broytt til 345200, og teldupostadressan kt[A]elektron.fo verður broytt til sd[A]elektron.fo
Hettar merkir at kundar hjá Sam-Teld, sum skullu ringja til kundatænastuna skullu ringja nýggja telf. 345200.
Fíggjargeirin í samstarv við Bankernes EDB Central
Elektron og føroysku peningastovnarnir hava í dag undirskrivað avtalu um at fara í samstarv við Bankernes EDB Central, BEC. Nýggja samstarvið ber ætlandi í sær, at peningastovnarnir fáa bíligari rakstur og breiðari og betri KT-skipanir. Elektron fer inn í eina avbjóðandi tilgongd, har fyritøkan kann fáa fótafesti sum KT-veitari uttan fyri Føroyar