English company profile
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Skipanir

Sam~teld ger nógv arbeiði fyri almennu umsitingina og hevur tí stóra vitan um tey serligu krøv, sum sett verða til fyrisitingarligar skipanir. Fyritøkan hevur staðið á odda fyri fleiri verkætlanum at menna tílíkar skipanir. Av stórum verkætlanum kunnu nevnast lønarskipanin til land og kommunur, viðaskiftafólkaskipanin á Almannastovnuni, vaktarætlanarskipanin til heilsuverkið og fíggjarskipan landsins.

 

Aðrar skipanir, sum Sam~teld hevur ment fyri tað almenna, eru skipanir at umsita lestrarstudning og lestrarlán á Stuðulsstovninum, partafelagsskráseting í Vinnumálaráðnum, skipaskráseting og sjóvinnubrøv á Sjóvinnufyrisitingini, skipasýn á Skipaeftirlitinum og virksemið í Apoteksverkinum.

 

Ein annar týðandi partur av virkseminum hjá Sam~teld er at umsita teldukervi og dátugrunnar fyri tað almenna. Fyritøkan umsitur kervini hjá Mentamálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Almanna- og Heilsumálaráðnum, Sjúkrarøktarfrøðingaskúlanum, Fiskimálaráðnum, Innlendismálaráðnum, Heilsurøktini, Serforsorgini, Heilsuhjálparaskúlanum, Føroya Tele og Skipafelagnum Føroyar.

 
 
Tólbúnaður

Sam~Teld hevur lagt seg eftir at umboða dygd og trygd. Tí umboða vit eitt vørumerkið, sum fevnir breitt og megnar at veita neyðugu trygdina, ið skal til fyri at reka fyrisitingarligt KT.

Valið fall á Hewlett Packard, sum umframt ta góðu dygdina hevur eitt sera stórt úrval, frá teimum minstu lummaroknarunum til stórteldur.

Saman við tí høgu góðskuni á HP útgerðini, tryggjar tænastan frá okkara vælútbúðnu og dugnaligu teknikarum at viðskiftafólk fáa tað bestu og bíligastu loysnina.

Kundatænastan broytir navn og telf. nummar
Tann 1 desembur 2008 broytir Kundatænastan hjá Elektron navn til Service Desk. Samstundis verður telf. 345145 broytt til 345200, og teldupostadressan kt[A]elektron.fo verður broytt til sd[A]elektron.fo Hettar merkir at kundar hjá Sam-Teld, sum skullu ringja til kundatænastuna skullu ringja nýggja telf. 345200.
>> Les meira
 
Fíggjargeirin í samstarv við Bankernes EDB Central
Elektron og føroysku peningastovnarnir hava í dag undirskrivað avtalu um at fara í samstarv við Bankernes EDB Central, BEC. Nýggja samstarvið ber ætlandi í sær, at peningastovnarnir fáa bíligari rakstur og breiðari og betri KT-skipanir. Elektron fer inn í eina avbjóðandi tilgongd, har fyritøkan kann fáa fótafesti sum KT-veitari uttan fyri Føroyar
>> Les meira
 
Elektron nýtt búðmerki
Í samband við kundadagin í dag, hevur Elektron avdúka sítt nýggja búðmerkið.
>> Les meira
 
Sam~teld
Tænastudeildin: 
 support[A]sam-teld.fo
 tlf. 345200

Menningardeildin: 
 samteld[A]samteld.fo
 tlf. 345100