English company profile
Fíggjargeirin í samstarv við Bankernes EDB Central
26. juni 2008

Elektron og føroysku peningastovnarnir hava í dag undirskrivað avtalu um at fara í samstarv við Bankernes EDB Central, BEC. Nýggja samstarvið ber ætlandi í sær, at peningastovnarnir fáa bíligari rakstur og breiðari og betri KT-skipanir. Elektron fer inn í eina avbjóðandi tilgongd, har fyritøkan kann fáa fótafesti sum KT-veitari uttan fyri Føroyar


Ein sameindur føroyskur fíggjargeiri – peningastovnarnir og Elektron – hevur í dag gjørt ætlanaravtalu (Letter of Intent) við stóra danska KT-veitaran Bankernes EDB Central, BEC. Undirskrivingin var fyrrapartin á Elektron í Havn.


 


Avtalan ber í sær, at partarnir nú fara undir eitt samstarv, ið m.a. hevur til endamáls, at BEC skal gerast KT-veitari hjá føroysku peningastovnunum.


 


Fyrimunir fyri peningastovnar og kundar


Greiðir fyrimunir eru við nýggja samstarvinum við BEC. Eitt nú gerst raksturin bíligari, eins og skipanirnar gerast betri og fevna breiðari enn í dag. Harumframt kunnu peningastovnarnir frameftir lætt og skjótt lúka lógarkrøv og sektorkrøv. Annar fyrimunur er, at peningastovnarnir nú fara í samstarv við allar limirnar hjá BEC, ið m.a. telja 71 aðrar peningastovnar. Tað kann skapa størri dynamikk og økt tænastuútboð á føroyska marknaðinum.


 


Stjórnirnar í føroysku peningastovnunum eru samdar um, at bæði peningastovnarnir og kundarnir fáa eina betri og effektivari tænastu, eftir at føroyski fíggjargeirin er farin yvir til BEC-skipanirnar. Harumframt verður frameftir lættari hjá føroyskum peningastovnum at fáa í lag samstarv ella virksemi í øðrum norðurlondum.


 


Gevur Elektron fótafesti uttanlands


Fyri Elektron og tey uml. 100 starvsfólkini merkir broytingin, at BEC gerst størsti kundin hjá Elektron. Frameftir skal Elektron ikki bert veita føroyskum brúkarum KT-tænastur men øllum limunum í BEC, har uml. 900 fólk eru í starvi.


 


- Hetta er ein tilgongd, ið kann menna Elektron serstakliga nógv og geva okkum fótafesti uttan fyri Føroyar. Vit síggja fram til at fara undir samstarvið við BEC, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron.


 


Menning og ávirkan í BEC


Fyri BEC er tað ein heiður, at føroyski fíggjargeirin hevur kosið júst BEC sum KT-veitara til virksemið í Føroyum, Danmark og møguliga í øðrum londum.


 


- Hjá BEC hámeta vit tætta dagliga samstarvið, ið gerst úrslitið av, at føroysku peningastovnarnir hava valt at gerast limir hjá okkum og harvið eigarar í BEC. Limaskapurin tryggjar, at føroysku peningastovnarnir fáa ávirkan á framtíðar menningina í BEC, sigur Leo Svendsen, forstjóri í BEC.


 


- Elektron og BEC hava longu samstarvað væl í mong ár, og við nýggju avtaluni við Elektron kunnu báðir partar síggja fram til fleiri góðar felags upplivingar, sigur Leo Svendsen, ið gleðir seg til at fara undir samstarvið.    


 


Flytingin yvir til BEC-skipanirnar er ein sera stór KT-verkætlan í sær sjálvum og krevur nógv fólk við hollari vitan. Arbeiðið byrjar nú og tekur umleið eitt ár.


 


 


 


Viðmerkingar til upplýsingar í hesum tíðindaskrivi eru at fáa hjá:


 


Niels Christian Nolsøe, stjóra á Elektron, tel. 545112


Leo Svendsen, forstjóra í BEC, tel. 0045 61 56 25 48


 

Kundatænastan broytir navn og telf. nummar
Tann 1 desembur 2008 broytir Kundatænastan hjá Elektron navn til Service Desk. Samstundis verður telf. 345145 broytt til 345200, og teldupostadressan kt[A]elektron.fo verður broytt til sd[A]elektron.fo Hettar merkir at kundar hjá Sam-Teld, sum skullu ringja til kundatænastuna skullu ringja nýggja telf. 345200.
>> Les meira
 
Fíggjargeirin í samstarv við Bankernes EDB Central
Elektron og føroysku peningastovnarnir hava í dag undirskrivað avtalu um at fara í samstarv við Bankernes EDB Central, BEC. Nýggja samstarvið ber ætlandi í sær, at peningastovnarnir fáa bíligari rakstur og breiðari og betri KT-skipanir. Elektron fer inn í eina avbjóðandi tilgongd, har fyritøkan kann fáa fótafesti sum KT-veitari uttan fyri Føroyar
>> Les meira
 
Elektron nýtt búðmerki
Í samband við kundadagin í dag, hevur Elektron avdúka sítt nýggja búðmerkið.
>> Les meira
 
Sam~teld
Tænastudeildin: 
 support[A]sam-teld.fo
 tlf. 345200

Menningardeildin: 
 samteld[A]samteld.fo
 tlf. 345100